Um Ung í MáF

Ung í MáF er felagsskapur undir Meginfelag áhugaleikara Føroya, MáF.
Endamál felagsins er at styrkja og menna leiklistaáhugaðan ungdóm í Føroyum.
Limur í Ungum í MáF kann gerast hvør tann, sum er millum 14 og 30 ár.
Felagsskapurin er limur í FUR og í norðurlendska ungdómsfelagsskapinum NUTU, sum m.a. skipar fyri summarskúla fyri ung.