Spennandi Sjónleikaraskeið í Viewpoints
Ung í MáF bjóðar tykkum á spennandi sjónleikaraskeið í “Viewpoints”
Frá 28. til 30. septembur
______________________________________________________
“Viewpoints” er ein improvisasjónsháttur, sum gevur sjónleikarum høvi at arbeiða
spontant og intuitivt. Saman at lurta og at skapa dygdargott tilfar upp á stutta tíð. “Viewpoints” er ein máti at tosa saman um ávísar meginreglur á palli – eitt nú tíð og stað. Hvat riggar, og hvat riggar ikki á palli, og hví. At lurta og at reagera, sansa og anda, flyta seg og standa still. Stutt sagt: Ein háttur at jamma saman á gólvinum.
Kom við og kasta teg út í ta ókenda. Út í virvarið, har alt er møguligt. Vit arbeiða hart og konsentrerað á gólvinum. Læra at lurta, gera ov nógv av og at skava av.
______________________________________________________
Skeiðið er bæði fyri roynd og óroynd.
Skeiðið kostar:
250,- Kr. fyri ikki-limir
150,- Kr. fyri limir
Møguleiki er fyri at tekna seg sum lim á staðnum.
Aldursmarkið fyri skeiðið er 14 til 30 ár.
Áhugað kunnu ringja til Ung í MáF
Tlf: +298 270683 ella senda e-mail til maf@maf.fo ella phenexus@gmail.com